Javnaðarflokkurin á Fólkatingi gjørdi í fjør kanning, sum vísti at vitanin hjá dønum um Føroyar og føroyingar er rættiliga avmarkað.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sigur at kanningin vísti at danir høvdu sera ringan og manglandi kunnleika um føroysk viðurskifti.
Sjúrður Skaale vísti í Fólkatinginum á, at ein kann ganga í fólkaskúla í Danmark í 10 ár, uttan at lesa eina síðu um føroysk viðurskifti.
Nú hevur danska undirvísingarmálaráðið tikið stig til portal við kunning um Føroyar. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at ein og hvør lærari, sum hevur hug, kann finna meiri kunning um Føroyar og føroysk viðurskifti.
Á portalinum verður kunning um land, fólk, mentan og búskap, eins og ymisk films- og ljóðbrot úr Føroyum.
Trýst á pílin undir myndini og lurta eftir Sjúrði Skaale greiða frá um undirvísingarportalin.