Innan árslok fara næstan øll donsk handilsskip at hava vápnaðar vaktarmenn umborð, tá tey sigla fram við Somalia. Í mars gjørdi løgmálaráðið í Keypmannahavn av at loyva donskum handilsskipum at hava vápnaðar vakktarmenn umborð, tá tey sigla í sjórænaraøki, og higartil hevur ráðið útskrivað 44 tílík loyvi.
Danska reiðarafelagið sigur, at umleið fimm prosent av teimum donsku skipunum, sum sigla fram við Somalia, hava vápnaðar vaktarmenn umborð, men felagið væntar, at nógv fleiri skip fara at taka sama stig í næstum.
Jan Fritz Hansen, sum er varastjóri í reiðarafelagnum, sigur við DR, at innan árslok fara næstan øll tey donsku skipini at hava vápnaðar vaktarmenn umborð, tá tey sigla í sjórænaraøkinum í Indiska Havinum og Adenvíkini.










