Donsk skip flyta nógv vápn

Í dag byrjar ein ST-ráðstevna, sum skal royna at gera nakrar reglur fyri altjóða vápnahandil. Sum er er eingin alætjóða lággáva um vápnahandil, og tað ber millum annað í sær, at vápn kunnu enda hjá uppreistrarbólkum og stýrum, sum kúga sítt fólk.

Danmark hevur ein týðandi leiklut í altjóða vápnahandli, tí donsk farmaskip flyta eina rúgvu av vápnum um heimshøvini. Tað ger, at vandi er fyri, at donsk skip flyta vápn, sum møguliga verða brúkt til at bróta altjóða mannarættindini við, men flutningurin er lógligur, tí eingin altjóða lóggáva er á økinum.

Jan Fritz Hansen hjá danska reiðarafelagnum sigur við TV2, at tað er torført hjá reiðaríunum at vita, nær tey eiga at flyta vápn, og nær tey ikki eiga. Tí má tað vera ein uppgáva hjá politikarunum at loysa málið, sigur hann. Men fakfelagið 3F, sum er fakfelag hjá donskum sjómonnum, er ikki samt við reiðarafelagnum. Felagið heldur, at reiðaríini duga væl at síggja, hvat er rætt, og hvat ikki er.

Amnesty International metir, at umsetningurin av at flyta vápn er um 200 milliardir krónur um árið.