Donsk skip fiska sild við Jan Mayen

Nøkur donsk skip landa norðhavssildina í Noregi, meðan onnur sigla til Danmarkar við veiðini Fýra nótaskip úr Hirtshals hava seinastu tíðina fiskað norðhavssild eystanfyri Jan Mayen.

Tað veit norska blaðið Fiskaren at siga.

Meðan Isafold og Baunir landa sildina í Noregi, hevur Strømnes valt at føra veiðina heim til Hirtshals.

Sum skilst, hevði Strømnes umrødda túr 600 tons.

Donsk skip kunnu fiska tilsamans 28.000 tons av norðhavssild á hesum leiðum, skrivar Fiskaren.