Bæði áðrenn og aftan á kjakið í fólkatinginum um bankakanningina, hóttu Anders Fogh Rasmussen, næstformaður í danska Vinstraflokkinum og aðrir á borgarliga veinginum, Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharra við ríkisrættarsak. At Vinstraflokkurin nú kúvendir, hevur sera stóran týdning fyri, hvussu málið víðari verður viðgjørt.
Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, formaður i Javnaðaflokkinum, nú kúvendingin hjá Vinstraflokkinum kom fram um vikuskifti, tá Anders Fogh Rasmussen, næstformaður í Vinstraflokkinum í blaðgrein gjørdi kunnugt, at Vinstraflokkurin ikki fer at gera meira við málið, og at allar skuldsetingar móti Mogens Lykketoft verða lagdar til viks.
Hevur Mogens Lykkeftoft ella onnur í stjórnini hjá Nyrup ella í stjórnini hjá Slüther brúkt heimildir, tey ikki høvdu, so skal hetta sjálvandi koma fram, sigur Jóannes Eidesgaard. Og hann heldur fram:
Hetta er enn eitt dømi um, at makt korrumperar. Tá Vinstriflokkurin er í andstøðu, kunnu teir rópa hart, og leggja stjórnina undir líkt og ólíkt. Men nú, tá dyrnar til stjórnina tykjast opnast fyri teimum, bakka teir, og nú eru teir, eins og Nyrup, farnir at tosa um at hyggja frameftir.
Men so lætt skal tað ikki ganga. Jóhannes Martin Olsen er við í Vinstrabólkinum og sostatt eisini við til at skava út yvir leiklut Vinstrafloksins, og Óli Breckmann fer helst sum limur í Konservativa flokkinum eisini at nikka játtandi, tá hetta verður gjørt.
Hann sigur víðari, at alt bankamálið var planlagt á heysti í 1992, og at teir borgarligu nú eru bangnir fyri, at tey runubløkini, sum teir - kansa av røttum - hava blakað eftir Nyrup-stjórnini, nú kanska fara at raka teir sjálvar, fáa teir sjórnarvaldið.
Tað er tí ótrúliga umráðandi, at føroyingar velja umboð á Fólkating, sum siga at hesum finna vit okkum ikki í! Alt skal fram, bæði tað sum Nyrup og Lykketoft hava gjørt og tað, sum Anders Fogh Rasmussen og Anne Birgithe Lundholt gjørdu, tá tey vóru ráðharrar.
Nú síggja vit eina samansvørjing millum danska politikarar ímóti føroyingum. Verða vit vald á fólkating, fara vit at finna onkran sameindan í tinginum fyri at fáa alt fram í hesum máli - og enn er tað bara Eindarlistin, sum hevur boða frá, at hann fer at arbeiða fyri hesum, sigur Jóannes Eidesgaard, sum leggur afturat, at Javnaðaflokkurin sjálvandi heldur ikki fer í tingbólkin hjá Eindarlistanum - men alt skal fram um bankamálið!