Donsk reiðarí krevja betri verju

Donsk reiðarí krevja betri verju frá altjóða samfelagnum íóti somaliskum sjórænarum Altjóða samfelagið má seta í verk munagóð tiltøk til tess at verja handilsskipini ímóti teimum somalisku sjórænarunum.

Tað sigur danska reiðarafelagið.

-Støðan versnar í hvørjum, og tað er næstan vorðið ein vinnuvegur hjá sjórænarunum at ræna handilsskip og at krevja loysigjald fyri skip og manning, sigur Jan Fritz Hansen hjá reiðarafelagnum við danska kringvarpið.

Hann leggur afturat, at tað kann ikki vera rætt, at handilsskip ikki kunnu sigla ígjøgnum Aden-víkina uttan at óttast fyri at blíva rænd.

Fyri einari viku síðani rændu somaliskir sjórænarar farmaskipið Clipper Arktis, sum eitt danskt felag rekur. Manningin, sum telur 13, er yvirhøvur úr Russlandi, sigur DR.