Donsk partabrøv fullu nógv í morgun

Donsku partabrøvini fullu nógv, tá partabrævamarknaðurin lat upp í morgun

Danska partabrævavísitalið C25 fall í morgun við 7,3 prosentum eftir fyrstu fimm minuttirnar av handlinum á Keypmannahavnar Børsi.

 

Úr Týsklandi frættist, at týska Dax-vísitalið er fallið næstan tíggju prosent eftir at virðisbrævamarknaðurin í Frankfurt lat upp, skrivar BBC.