Okkurt bendir á, at tey donsku partabrøvini eru við at fóta sær aftur aftan á fíggjarkreppuna. Tá marknaðurin í Keypmannahavn lat aftur seinnapartin, var C20-vísitalið 517,98, og so høgt hevur tað ikki verið síðani í oktober í 2007, sigur danska kringvarpið.
Michael Kongshaug, sum er greinari í Danske Bank, sigur, at hóast tey donsku partabrøvini eru væl fyri, so er enn ov tíðliga at siga, at fíggjarkreppan er av. Hann vísir á, at tann góða gongdin á marknaðinum í Keypmannahavn er nær tengd at partabrøvunum í stóru heilivágfyritøkuni Novo Nordisk.
-Novo Nordisk er so stórt, at tað eigur 40 prosent av hækkingini í vísitalinum. Felagið stendur seg sera væl og dregur hini aftan á sær, sigur hann við DR.
Men tað er kortini ikki bara Novo Nordisk, ið stendur seg væl á marknaðinum í Keypmannahavn. Eisini fyritøkur sum Carlsberg, Christian Hansen og Novozymes standa seg væl.