Vilja nú hava olmussu
Navnið olmussa, hava somu loysingarflokkar fyri mongum árum síðani givið ríkisstuðlinum, og ikki kann sigast, at hesin stuðul altíð hevur verið so høgt í metum millum loysingarflokkarnar.
Men nú er vent í holuni, tí nú vilja teir allir hava olmussu. Men í staðin fyri at viðganga, at talan her er um tað, sum teir fyrr kallaðu olmussu, so royna teir nú at skuldseta danir fyri bæði eitt og annað.
Í hesum er einki nýtt. Men hetta bøtir bara ikki um umdømið hjá hesum loysingarflokkum. Serliga ikki tá hugsað verður um, at teir hóast alt vilja hava tætt samband við danska kongshúsið.
Fáa bert 4 ár
At skiftistíðin einans verður 4 ár, er ikki nakað nýtt. Nú fara tað at verða 2 ár, síðani Poul Nyrup Rasmussen lat loysingarsamgonguna vita av hesum, og síðani tá hevur hann fleiri ferðir endurtikið seg sjálvan, at soleiðis verður. Men loysingarsamgongan hevur tann trupulleika, at hon vil ikki skilja Nyrup, hóast stórur meiriluti í danska fólkatinginum, stigar forsætisráðharran í hesum máli. Har verður sostatt ikki meira at heinta hjá loysingarsamgonguni.
Landsstýrið má frá
Tí metir undirritaði, at nú er stundin komin til handa, tá landsstýrisins miseydnaði politiski málsetningur fær ein enda. Tað gerst einans við at vit skjótast gjørligt sleppa til atkvøðuhølini, og fólkið harvið fær sett punktum fyri hesi samgongu, sum má leggja frá sær, so vit aftur fáa eina arbeiðsføra stjórn, og fólkið kann liva trygt í landinum.
Andras Miðskarðe;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.
Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.
GÍ var betri
Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.
Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.
Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.
»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.
Finala um løgmanssteypið
HB-GÍ 0-1 (0-1)
0-1: Óli Hansen
Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ
Dómari: Suni Johansen
HB:
Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum
GÍ:
Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm








