Donsk luttøka í summar

Enn eitt útlendskt lið hevur boðað frá luttøku í føroyskari fótbóltskapping í summar.

Tíðindaskriv frá B36:


Fyri einari tíð síðani kundu vit kunngera, at norska felagið, Sportsklubben Haugar, fer at luttaka við tveimum liðum í kappingini hjá U15-dreingjum í Intersport Summar Cup.


Nú er endaliga staðfest, at vit eisini fáa danska vitjan í summar, tí U12-genturnar hjá Herfølge Boldklub fara luttaka í Føroya størsta fótbóltstiltaki, Intersport Summar Cup 2018.


Flestu føroyingar minnast allarhelst best Herfølge Boldklub sum felagið, ið Jákup Mikkelsen vann Superliguna við í 2000.


- Vit fegnast um, at enn eitt útlenskt felag kemur til Føroya í summar og meta vit, at hetta er við til at gera tiltakið enn betri hjá øllum teimum føroysku liðinum, sigur Andrass Thomsen, høvuðsfyriskipari.

 

Kappingin hjá U11, U13 og U15 verður í summar skipað yvir tveir dagar. Tá kappingin verður yvir tveir dagar verður møguleiki hjá liðunum at gista í einum skúla í Tórshavn.


Vit gleða okkum at bjóða øllum til eitt stórt fótbóltsvikuskifti 7. og 8. juli 2018.