Ein 29 ára gomul donsk kvinna var í gjár funnin deyð í Noreg, eftir at hon hevði verið saknað síðani fríggjadagin. Tað skriva Ekstrablaðið, TV2 Norege og NRK.
Kvinnan starvaðist á einum sjúkrahúsi í Førde.
Hon hvarv fríggjadagin seinnapartin, tá hon var farin til gongu á einum vælumtóktum fjalli, Viafjellet, sum liggur nærindis. Seinni fóru bjargingarfólk at leita eftir henni við bæði hundum og tyrlum. Fleiri sjálvboðin vóru eisini við í leitingini.
Sambært NRK var tað ein hundapatrulja, sum fann kvinnuna deyða.
Tann 29 ára gamla danska kvinnan var í Noreg í sambandi við arbeiði. Hon hevði eitt avloysarastarv á sjúkrahúsinum í Førde, har hon sambært NRK skuldi arbeiða til jóla. Síðani var ætlanin at fara heimaftur til Danmarkar.
Seinasta lívsteknið frá kvinnuni kom fríggjadagin seinnapartin, tá hon tosaði við ein statvsfelaga. Sambært TV2 Norge segði kvinnan, at tað var hált á fjallinum, og at hon var vilst av gøtuni. Síðani var samrøðan avbrotin.
Løgreglan sigur í fráboðan, at einki bendir á, at nøkur brotsgerð er í samband við deyða kvinnuna.
Hon varð funnin á einu8m stað, sum var ringty at koma til, klokkan 12:03 í gjár.
Danska kvinnan hevði verið í Førde síðani oktober, og hevði verið fleiri fjallatúrar, skrivar NRK. Økið, hon var funnin í, er sambært fólki á staðnum illa framkomandi á og sera bratt í fleiri støðum. Tí er tað so vandamikið at fara ov lagt frá rásunum.
Familjan hjá kvinnuni komu til Førde seinnapartin í gjár, skrivar NRK. Tey avvarðandi fáa kreppuhjálp á staðnum.
/ritzau/