Donsk innrás á Tvøroyri

Tríggir danskir spælarar til TB

Fólkayvirlitið í Tvøroyrar Kommunu fær javnan áheitanir um flytingar til kommununa, men tað er ikki á hvørjum degi, at tríggir ungir danir flyta til kommununa, skrivar kommunan á heimasíðu síni.

- Í gjár komu teir 3 donsku fótbóltsleikararnir, ið Betri-liðið hjá TB hevur skrivað sáttmála við, fyri kappingarárið 2020, so á gátt og skrásettu seg sum borgarar í Tvøroyrar Kommunu. Sebastian Kroner, Rasmus Møller og Frederik Mehder verða allir at síggja á vøllinum í ár og saman við teimum var nýggi venjarin, Michael Winther, ið er av týskum uppruna, skrivar heimasíðan.

Borgarstjórin, Kristin Michelsen, heilsaði uppá og bjóðaði teimum ein kaffimunn og okkurt afturvið. Sum skilst, so eru aðrir spælarar á veg. Millum annað verður nevnt, at onkur spælari úr Nigeria er á veg eisini.