Donsk innrás í Nólsoy

Tá Jokeren vitjaði í Føroyum næstsíðsta vikuskiftið varð skipað fyri eini útferð, har Jokeren, alias Jesper Dahl, eisini fekk høvi at royna fiskieydnuna.

Á ferðini vitjaðu teir eisini í Nólsoy, har teir teir vóru sera væl umtóktir millum yngra bygdarfólkið - og sum vera man skrivaðu teir eisini hópin av autografum. Eisini varð vitjað í Kaffistovuni, og har var gestablídni stórt.
Við á ferðini vóru eisini fýra mans frá danska Ekstrablaðnum, sum vóru í øðrum ørindum í Føroyum hetta vikuskiftið.