Hjúnini skuldu selja bátin, men komu ikki fram. Báturin er funnin, men hjúnini eru ikki at síggja. Løgreglan í Danmark leitar eftir einum 70 ára gomlum manni og 73 ára gomlu konu hansara, sum eingin hevur sæð í 14 dagar.
Hjúnini, sum búðu á oynni Strynø, skuldu til Ærø at selja tann 24 føtur stóra stuttleikabátin, sum tey áttu. Báturin bleiv funnin liggjandi fyri akkeri uttan fyri Kleven Havn á Ærø, men eingin var umborð. Løgreglan sigur, at hjúnini høvdu ongan minni bát við sær, so tey kunnu ikki vera farin í land.
Fólk, sum kenna hjúnini, hava greitt løgregluni frá, at tey bæði vóru ikki serliga dugnalig á sjónum, og at tey plagdu altíð at fara í havn heldur enn at liggja fyri akkeri. Tí skilja tey ikki, at tey ikki fóru í havn hesaferð.
Sambært løgregluni hevði ein stýrimaður á Ærø víst áhuga fyri at keypa bátin, men hann hevur løgreglan ikki funnið enn.