Donsk hernaðarlóg kroyst niður yvir føroyingar

Deyðarevsingin í Føroyum fær loksins banahøgg. Men tað er ikki á tann hátt, sum føroyskir myndugleikar ynskja. Tí ríkisumboðið kunngerð nýggju donsku hernaðarlógina, so hon fær gildi ímóti løgtingsins vilja. Løgtingið mælti til, at gamla hernaðarlógin og harvið deyðarevsingin verður strikað. Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógarmálum, kallar støðuna absurda.

Fyri fyrstu ferð, síðan heimastýrislógin kom í gildi í 1948, verður ein ríkislóg sett í gildi í Føroyum ímóti løgtingsins vilja.
Danska hernaðarlógin frá 1973 er beint ímóti einari løgtingssamtykt send til kunngerðar í Føroyum. Tað váttar Dan Knudsen, fulltrúi hjá Ríkisumboðnum.
Sostatt gongur danska stjórnin beint ímóti teimum ynskjum, sum føroyingar hava ført fram í málinum.

Reint danskt øki
Talan er um eitt reint danskt málsøki, og tí er ikki neyðugt at spyrja føroyingar eftir. Men tað var gamalt.
Landsstýrið er kortini kunnað, verður sagt av ríkisumboðnum, og løgtingið varð eisini kunnað, tá ríkisumboðið týsdagin svaraði einum fyrispurningi hjá Heðini Mortensen løgtingslimi.
? Verjuøkið er galdandi fyri allan ríkisfelagsskapin. Har eru ongar landafrøðiligar avmarkingar, tí alt ríkið skal verjast. Økið verður skipað við ríkislóg, og somu reglurnar skuldu gjarna verið galdandi fyri alt verjustarvsfólkið í øllum ríkinum, antin tey eru í Danmark, Føroyum ella Grønlandi. Her er onki serligt galdandi fyri Føroyar, og endamálið er at dagføra lóggávuna, sigur Dan Knudsen.

Absurd støða
? Hetta ber als ikki til. Tað kann ikki passa.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógarmálum, ljóðar skelkaður, tá Sosialurin fortelur honum, at Ríkisumboðið hevur sent ríkislógina til kunngerðar, og at hon helst kemur í gildi um eina viku.
? Støðan er absurd. Løgtingið hevur samtykt, at hernaðarliga revsilógin skal strikast. Øll, sum hon er. Hetta er eitt dømi um, at skipanin, vit liva undir, er fullkomiliga burturvið. Um tað er rætt, at stjórnin kunnger eina lóg fyri Føroyar, uttan at hon hevur verið viðgjørd í løgtinginum, so er tað valdsmisnýtsla og brot á heimastýrislógina, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.
Men danskir myndugleikar kunnu gera soleiðis, verður sagt av ríkisumboðnum.
? Hetta er støðan, so leingi vit ikki hava okkara kjølfesti í altjóða rætti. So kunnu teir gera, sum teimum lystir. Men tað er ikki okkara fatan av okkara rættarstøðu, sigur Høgni Hoydal.
Ríkisumboðið vísti í tinginum á, at danski verjumálaráðharrin skal hava kunnað løgmann. Høgni Hoydal vísir avgjørdur aftur, at landsstýrið er kunnað.
? Eg havi koyrt hatta málið niðan í tingið, og tað eri eg, sum hava koyrt tað víðari til danskar myndugleikar, men eg havi onki hoyrt um hetta, so her hongur als ikki saman, sigur Høgni Hoydal.

Lýst í vikuni
Alt málið byrjaði við, at føroyskir fjølmiðlar vístu á, at deyðarevsing er galdandi í krígstíð í Føroyum. Ein gomul lóg frá 1937 ásetir m.a., at »Den, der tjener fjenden som spion, strafffes med livet«. Og at »Livsstraf fuldbyrdes med skydning«.
USA er farið í kríggj við Irak, og Danmark stuðlar álopinum. Danmark førir eisini uttanríkispolitikk Føroya vegna, og tí er støðan eisini hon, at føroyingar eru í kríggi. Og tað merkir so eisini, at deyðarevsing í løtuni er virkin í Føroyum á pappírinum.
Tí hevur málið fingið skund. Føroyingar vilja hava deyðarevsingin og alla hernaðarliga lóggávu avtikna fyri Føroyar.
Men danska løgmálaráðið vil tað øðrvísi. Við at seta nýggju donsku lógina frá 1973 í gildi fyri Føroyar, dettur tann gamla frá 1937 burtur. Hernaðarliga revsilógin kemur í fyrsta kunngerðarblaðnum B, ið kemur út í hesi vikuni. Eina viku eftir, at lógin er lýst, kemur hon í gildi fyri Føroyar.