Forlaget Torgard gevur hósdagin út krimisøguna ?Metusalem? eftir Jógvan Isaksen í danskari týðing. Povl Skårup hevur týtt bókina.
Tað er fjórða krimisøgan hjá føroyska rithøvundanum, sum verður givin út á donskum.
Forlagið fer eisini at geva út fyrru krimisøgurnar hjá Jógvani Isaksen, sum framman undan eru týddar til danskt - ?Blid er den færøske sommernat?, ?Grå oktober? og ?Korsmesse?. Tað verður í paperback, ella bíligbókaútgávu. Fyrstu bøkurnar hava verið útseldar í fleiri ár. Tann triðja, ?Korsmerre?, kom út á donskum í 2009, og fyrsta útgávan er mest sum útseld.
Jógvan Isaksen fer í dag, týskvøldið tann 17. mai, at greiða frá ?Metusalem? eftir týsdagsdøgurðan í Føroyahúsinum á Vesterbrogade í Keypmannahavn. Tiltakið byrjar klokkan 19.00.
Útgávurnar hava fingið stuðul frá týðingagrunninum undir Norðurlendska Ráðharraráðnum og Mentunargrunni Landsins.