Donsk fiskivinna tjenar minni

Fiskivinna

 

Hóast danskir fiskimenn fiskaðu 10% meira fyrra hálvár í ár, minkaði bruttoinntøkan kortini somu 10% í mun til fyrra hálvár í fjør. Tilsamans fiskaðu donsk skip og bátar fyri 1.226 miljónir krónur fyrra hálvár í ár.

Bruttoinntøkan hjá skipum og bátum, sum fiska matfisk, var fyrra hálvár 916 miljónir krónur, sum er 73 miljónir krónur minni enn fyrra hálvár í fjør. Í nøgd var talan um ein vøkstur upp á 4%, men miðalprísurin lækkaði við 11%.

Hjá ídnaðarvinnuni var bruttoinntøkan 287 miljónir krónur, sum er ein minking upp á 13%. Landaðu nøgdirnar øktust 17%, men miðalprísurin lækkaði við heili 26%.