Í kvøld eru fyrru 1/16 finalurnar í Europa League. Stóra søgan higartil er, at Manchester United tapti fyri FC Mitdjylland á útivølli.
Manchester United kom annars á odda 1-0 í fyrra hávleiki við máli, sum Memphis Depay skoraði. Tað var tó heimaliðið, sum hevði flestu møguleikarnar, og tað var fult uppiborið, tá Pione Sisto javnaði stutt fyri tíð.
Í seinna hálvleiki vísti innskifti Paul Onuachu góðan bóltførleika í fleiri førum. Eitt korter fyri tíð umsetti hann eina dribbling til mál, tá hann meddaði til uttanfyri brotsteigin. FC Midtjylland kundi havt økt upp til fleiri ferðir.
Bretskir fjølmiðlar finnast at avrikinum hjá Louis van Gaal og hansara monnum. Manchester United sá ikki út sum eitt lið, ið ætlaðu sær at vinna Europa League.
Av øðrum kann nevnast at Tottenham spældi javnleik 1-1 á útivølli móti Fiorentina. Borussia Dortmund vann 2-0 á FC Porto.