Við Norrönu sunnudagin komu limir í danska vetaranbilklubbinum ?BMW Klub 367? í land við fimm ellisakførum, trimum BMW Isetta kabinuskutarum frá umleið 1960, einum BMW 700 frá 1960 og einum DKW F12 frá 1965.
Tað er Per á Hædd fotografur í Havn, ið sjálvur er limur í ?BMW Klub 367?, sum hevur tikið stig til vitjanina. Per eigur eisini ein BMW Isetta.
Tilsamans 10 fólk eru við í ferðalagnum, sum ferðast kring landið við hesum sermerktu ellisakførunum, til tey fara avstað aftur við Norrönu sunnudagin 16. august.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum










