Donsk blúslegenda farin

Tveir dagar fyri ársdagin fyri framførsluna á Summarfestivalinum doyði danska blúslegendan Peter Thorup eftir longri sjúkralegu. Sangarin og gittarleikarin hevur við síni eyðkendu rødd onkuntíð verið róptur, besta danska blúsrøddin nakrantíð. Hetta prógvaði hann eisini á Summarfestivalinum í fjør, har hann orsakað av nógvu seinkingunum í flogferðsluni flutti av minsta pallinum upp á stóra pallin á Vágsbøi. Bólkurin hevði við hásu røddini hjá Thorup fremst í ljóðmyndini eina góða framførslu. Tað vardi neyvan nakran av teimum, ið høvdu leitað sær út í regnið í Klaksvík hendan leygardag seinnapart í august, at eitt ár seinni skuldi hesin úrmælingur liggja undir grønu torvu. Eftir longri sjúkralegu andaðist Thorup 58 ára gamal á sjúkrahúsinum í Rønne.