Tey stóru donsku bløðini prenta í morgin Muhammed-tekningina hjá Kurt Westergaard. Ekstrablaðið prentar allar tólv tekningarnar av profetinum Jyllands-Posturin, Politiken og Berlingske Tidende prenta í morgin ta umstríddu tekningina hjá Kurt Westergaard av Muhammed profeti. Tað er tekningin, har Muhammed hevur eina bumbu á høvdinum.
Jyllands-Posturin og Politiken hava prentað tekningina fyrr, men hetta er fyrstu ferð, at hon kemur í Berlingaran.
-Tey, ið kunnu fáa sama hugskot sum teir, ið ætlaðu at gera seg inn á Kurt Westergaard, eiga at fáa eini greið boð frá teimum donsku fjølmiðlunum, sigur blaðstjórin á Berlingske Tidende, Lisbeth Knudsen, við Jyllands-Postin.
Ekstrablaðið fer eitt stig longri og prentar allar tær tólv Muhammed-tekningarnar.