John Johannessen
Eftir annað umfar av samráðingunum um ríkisrættarligu støðu Føroya meta donsk bløð, at stóra trýstið í samráðingunum enn liggur á landsstýrinum, sum í veruleikanum ikki fekk nakað ítøkiligt úrslit burtur úr fundinum týsdagin.
Høvuðsynski føroyinga um eina skiftistíð á 15 ár varð skúgvað til viks. Men kortini var tað ein fegin løgmaður, ið vísti seg á tíðindafundinum í speglsalinum eftir samráðingarnar.
Hetta halda donsku bløðini hevur sína orsøk. Millum annað skrivar Berlingske Tidende í einari tíðindaanalysu mikudagin, at tað væl kann hugsast, at løgmaður sýntist so fegin fyri at vinna meiriluta fyri fullveldisætlanini í Føroyum millum teirra, ið ivast í ætlanum landsstýrisins.
Berlingske Tidende sigur, at landsstýrið møguliga hevði stúrt fyri, at annar samráðingarfundurin fór at enda í ruðulleika, eins og tann fyrri. Eisini heldur blaðið, at optimistisku signalini framman fyri teimum mongu upptøkutólunum í forsætismálaráðnum møguliga vóru politiskt neyðug fyri landsstýrið, um tað skal vinna meiriluta í Føroyum fyri síni merkissøk.
Trupult fyri landsstýrið
Landsstýrið ynskir at fáa ein sáttmála um frælsan felagsskap millum Danmark og Føroyar meðan danska stjórnin hellir tann vegin, at fullveldi merkir ein verulig uppgerð millum londini bæði. Somuleiðis ynskir landsstýrið, at danir skulu umsita ymsik málsøki fyri føroyingar. Hetta er stjórnin sinnað at gera, men føroyingar skulu gjalda fyri tað.
Tískil metir Berlingske Tidende, at løgmaður hevur ein forkláringstrupulleika. Hann skal sannføra tey, sum ivast í fullveldisætlanini, hvussu ein avgjørd frástøða frá donsku stjórnini til føroyska høvuðsynski um góða búskaparliga skiftistíð kann styrkja trúnna upp á eitt burðardygt samfelag eftir loysingina.
Eisini vísir blaðið á, at danska stjórnin hevur víst aftur krøvunum um, at føroyingar og danir skulu varðveita síni felags rættindi hvør hjá øðrum. Føroyingar skulu ikki hava ørðvísi rættindi enn sviar ella norðmenn.
Flyta til Danmarkar
Ekstrablaðið er enn harðrendari móti landsstýrinum. Í týsdagsútgávuni stendur við stórari yvirskrift »Selvstændig - men på dansk socialhjælp«. Í greinini stendur, at føroyingar fegnir ynskja at gerast sjálvstøðugur, men at teir samstundis ynskja at varðveita drotningina og donsku almannahjálpina.
Blaðið sipar við hesum til, at um Føroyar fáa fullveli og varðveita somu rættindi í Danmark, sum teir nú hava, er vandi fyri, at føroyingar fara at flyta til Danmarkar í hópatali, lækkar livistøðið.
Popoulistisk ætlan
Oddgreinin í hósdagsútgávuni av Politikken viðgerð eisini fullveldisætlanina. Hon skírir millum annað fullveldisætlanina at vera populistiska, tá landsstýrið heldur fast um, at fullveldissamráðingarnar skulu vera lidnar áðrenn september mánað.
Eisini vísir oddagreinin á, at ætlan landsstýrisins als ikki leggur upp til at fáa avklárað viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, eins og landsstýrið førir fram. Tvørturímóti heldur blaðið, at hugskotið um fult politiskt sjálvræði, sum skal umsitast av donskum embætismonnum, dómarum og øðrum, júst leggur upp til trupulleikar.
Orsøkina til hetta heldur blaðið vera, at sjálvstýrisynski føroyinga ríða á einari aldu eftir bankamálið.










