Donsk bilfólk til Føroya

Í farnu viku vitjaðu Suzanne Zabava, sølustjóri, og Terkel Spangsbo, journalistur á danska fakblaðnum Motormagasinet í Føroyum.

Vitjanin var gjørd í sambandi við, at Motormagasinet fyrireikar ein túr til Føroya fyri fólk frá donsku bilbransjuni í september í ár.


Hóskvøldið 13. januar høvdu Suzanne Zabava og Terkel Spangsbo fund í Miðlahúsinum við kontaktpersónar í Føroyum í sambandi við vitjanina, sum eftir ætlan verður frá 16. til 21. september.