Donsk arbeiðspláss enda eystanfyri

Lítla virðið á amerikanska dollaranum ger, at nógvar danskar fyritøkur umhugsa at flyta arbeiðsplássini til Fjareystur

Tað lítla dollaravirðið og tann sterka danska krónan gera, at danskar vørur eru ov dýrar at keypa uttanlands. Fyri tveimum árum síðani var dollaravirðið 860. Í dag er tað nakað oman fyri 600.
Hetta hevur fingið nógvar danskar fyritøkur at umhugsa at flyta virksemið til lond í Fjareystri, har framleiðslukostnaðurin er munandi minni enn í Danmark. Sambært einari kanning, sum kanningarstovnurin Rambøll hevur gjørt fyri Jyllandspostin, umhugsa 11 prosent av teimum donsku útflutningsfyritøkunum at flyta av landinum. Tað svarar til ímillum 600 og 700 fyritøkur. Harafturat koma einar 200 fyritøkur, sum longu hava umhugsað at flyta virksemið til Fjareystur, og hesar hava nú framskundað ætlanina, skrivar Jyllandsposturin.
Kanningin hjá Rambøll vísir, at fallið í dollaravirðinum rakar ein triðing av teimum donsku fyritøkunum, og at úrslitið er minni søla og minni vinningur. Samstundis er tað ein sannroynd, at danskar vørur eru vorðnar dýrari í USA, Russlandi, India, Kina og í teimum flestu londunum í Landssynningsasia.
Tað er nú ikki bara tað danska vinnulívið, sum hevur trupulleikar av tí lága dollaranum. Støðan er tann sama hjá útflutningsfyritøkunum í hinum ES-londunum.