Donnarumma fekk av at vita frá AC Milan fjepparunum

Gamli liðskiparin hjá AC Milan, Gianluigi Donnarumma fekk eina margháttliga heilsu frá AC Milan fjepparunum, tá hann vardi málið hjá Paris Saint Germain undir Champions League dystinum í Milano ígjár

AC Milan vann 2-1 á Paris Saint Germain í dysti á San Siro leikvøllinum í Milano í bólki F í Champions League. Samstundis vann Dortmund 2-0 á Newcastle á heimavølli.

 

Talan er um háspenning í bólki F aftaná fýra umfør. Dortmund hevur sjey stig, PSG hevur seks stig, AC Milan hevur fimm stig og Newcastle hevur fýra stig.

 

Tað sum tó fær mestu umrøðuna aftaná dystin millum AC Milan og PSG er móttøkan, ið italski landsliðsmálverjin hjá PSG, fyrrverandi liðskiparin hjá AC Milan, Gianluigi Donnarumma fekk frá AC Milan fjepparunum.

 

Donnarumma var millum 2015 og 2021 AC Milan ein góður málverji, har hann eisini fekk heiðurin at vera liðskipari. Hann var ein stór hetja hjá AC Milan fjepparunum, men so kom skiftið til PSG í 2021. 

 

Donnarumma fór úr AC Milan til PSG upp á eina frælsa flyting (Free Transfer). Tað elvdi til stóra misnøgd hjá AC Milan fjepparunum, at AC Milan ikki fekk eitt oyra fyri ein tann besta málverjan í heiminum, og tá var Donnarumma liðugur sum hetja hjá mongu AC Milan fjepparunum.  

 

Donnarumma hevur tí seinasta hálvttriðja árið verið skurkurin, ið valdi mongu pengarnar framum heiðurin, ella soleiðis síggja AC Milan fjeppararnir upp á tað.

 

Ígjár var Donnarumma so aftur á sínum gamla heimavølli, og AC Milan fjeppararnir lótu hann vita á ein heilt serligan hátt, at tey eru ikki nøgd við tað sum fór fram í samband við skiftið til PSG í 2021. 

 

AC Milan fjepparar høvdu undan dystinum millum AC Milan og PSG prentað falskar dollarar-seðlar, har tey nevna følsku pengaseðlarnar: "Dollarumma". Ístaðinfyri eina mynd av einum amerikiskum forseta er ein mynd av Donnarumma á følsku pengaseðlunum. 

 

Og tað regnaði omanyvir vøllin við Dollarumma-seðlum, og Donnarumma mátti sjálvur vera við til at fáa Dollarumma-seðlar ruddaðar av vøllinum.