Oljuleiting
Felagið hevur júst gjørt avtalu við Phillips um at keypa tess part uppá 20% í 9 ára loyvinum 006. Hini feløgini í hesum loyvi eru Statoil (27,5%), Anadarko (27,5%), Enterprise (Shell hevur yvirtikið), (15.0%) og Veba (Pan Canadian hevur yvirtikið), (10%)
Dong sigur á síni heimasíðu, at orsøkin til, at henda avtala er gjørd við Phillips er tann, at felagið ynskir at økja sítt virksemi á Atlantsmótinum tvs. bæði vestan fyri Hetland og eystan fyri Føroyar. Umframt at vera við aí loyvi 001 á føroyskum øki, har rakt varð við olju í fjør, er Dong eisini við í trimum loyvum á bretskum øki.
Tað vísir seg, at danska oljufelagið er farið at leggja seg eftir at koma uppí oljuleiting og framleiðslu uttan fyri Norðsjógvin. Herfyri keypti felagið upp partar í loyvum á norskum øki og verður hildið fram við hesi strategiini.