Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað eru ikkibara tey stóru altjóða oljufeløgini við Statoil, Chevron, BP og Shell á odda, sum nú av álvara seta fokus á Atlantsmótið og harvið eisini á Føroyaleiðina. Eisini tey bæði donsku oljufeløgini DONG og Mærsk Oil, dótturfelag hjá Mærsk Olie og Gas hava stóran áhuga fyri hesum enn lítið kannaða økinum í Norðuratlantshavi.
DONG, sum hevur verið virkið á Føroyaleiðini nú í fleiri ár, er millum mest virknu feløgini hinumegin markið eisini. Hetta gav at bíta við 23. útbjóðingarumfarið í bretska partinum av Atlantsmótinum. Tá fekk DONG tillutað fleiri nýggj leitiloyvi. Hesi fevna um 17 teigar og eitt øki uppá 3.400 km2. Tey bæði loyvini talan er um eru latin einum konsortium , sum fevnir um DONG, 40% og fyristøðufelag, Gaz de France (30%) og Dana Petroleum (30%).
-Vit eru sera fegin um at hava fingið tillutað hesi loyvi og ikki minst fyristøðuleiklutin í ein um øki, sum vit meta sum sera áhugavert. Vit hava við hesum styrkt munandi um støðu okkara á Atlantsmótinum, einum øki, sum vit meta kann goyma nógva olju og gass og eru nú við at vera eitt av teimum mest virknu feløgunum í hesum økinum sigur Jan Terje Edvardsen, leitistjóri hjá DONG.
Hann vísir á, at DONG hevur eisini fingið tilboð um at vera við í trimum loyvum, har Chevron er fyristøðufelag. Her hevur Chevron 40%, Statoil 30%, OMV 20% og DONG 10%.
Økið millum Føroyar og Hetland er eitt av trimum fokusøkjum, har DONG er við í leiting. Hini økini eru danski parturin av Norðsjónum og syðri parturin av norska Norðsjónum og so Norskahavið út fyri Miðnoreg, har DONG eigur 10% í tí risastóra Ormen Lange fundinum.
Mærsk á gáttini
Hitt danska oljufelagið "Maersk Oil", sum er dótturfelag hjá Mærsk Olie og Gas, er eisini við at gerast eitt av virknu oljufeløgunum á Atlantsmótinum. Fyrr í ár frættist, at Mærsk hevði keypt seg inn í eitt av loyvunum hjá Chevron beint við føroyska markið við heilum 25%. Chevron hevur 65% og Talisman Energy 10%. Arbeitt verður við at skjóta seismikk yvir alt hetta økið og alt eftir hvussu úrslitið verður, at bora ein brunn í 2006 ella 2007.
Hetta eru sera áhugaverd signal frá einum stórum og respekteraðum oljufelag, sum nøkur ár herfyri var við í kanningunum á Føroyaøkinum men sum stutt undan 1. útbjóðing tók seg heilt úr økinum. Nú eru so aftur nýggir tónar at hoyra. Maersk Oil var við í 23. útbjóðingarumfarinum á bretskum øki og fekk tillutað ikki færri enn 5 nýggj loyvi. 3 av hesum loyvum eru á Atlantsmótinum tætt uppat føroyska markinum. Mærsk er fyristøðufelag í fýra av loyvunum.
Tað er greitt, at Mærsk við hesum loyvum og tað at tey hava keypt seg inn í eitt loyvi hjá Chevron eisini, otar seg longur og longur inn at føroyska markinum, og hvør veit, kanska verður eitt av teimum feløgunum, sum í dag arbeiðir í bretska partinum av Atlantsmótinum, ið kann fara at keypa seg inn í okkurt av loyvunum, sum vórðu latin oljufeløgum í 2. útbjóðing á landgrunninum.
Her eru fleiri áhugaverd loyvi, sum at eitt felag sum Mærsk møguliga kann finna uppá at keypa seg inn í. Eitt nú hevur samtakið millum Atlants Kolvetni og Geysir sagt frá, at tað er ikki óhugsandi, at tey fara at lata dyrnar upp til teirra loyvi í 2. útbjóðing, tá seismiskar kanningar eru gjørdar har. Eisini skulu vit minnast til,at eitt nú Statoil stendur einsamalt við fleiri loyvumm á landgrunninum. Kann tað hugsast, nú Statoil annars er so frammaliga í Føroyaøkinum , at eitt felag sum Mærsk fer at brúka tann møguleikan ella aðrar við fyri at koma inn aftur í føroyska oljuleiting?
Vert er eisini at býta merki í, at fyrrverandi stjórin fyri leitingini hjá Chevron á Atlantsm ótinum, Rosemary Johnson herfyri varð sett í stjórastarv hjá Mærsk og skal hon nettupp umsita leitiloyvini hjá danska felagnum á Atlantsmótinum. Tað var m.a. hon, sum stóð á odda fyri Chevron, tá tað søkti um leitiloyvi á landgrunninum. Komandi boringar longu inni á landgrunninum næsta ár og møguliga í 2007 kunnu eisini koma at hava avgerandi ávirkan, tá og um feløg sum eitt nú Mærsk fyri bert at nevna eitt, taka stigið at koma sær uppí leitiloyvi á landgrunninum. Livst og spyrst.