DONG kannar Marjuna

- Nýggj tøkni ger, at økið í landsynningshorninum av føroyska landgrunninum aftur er áhugavert fyri okkum.

Tað sigur Søren Blegvad Andersen, leitistjóri hjá DONG Energy, sum fyrrapartin fekk handað tvey leitiloyvi í føroyskum øki.

DONG var við, tá borurin fyrstu ferð varð settur í Marjun-brunnin fyri 13 árum síðani. Hóast úrslitini tá vístu, at olja var í økinum, so var tað tó ikki mett at vera lønsamt at gera meira við brunnin. Óvissan var ov stór.

Men nú hevur nýggj tøkni á økinum fingið DONG Energy til enn einaferð at hyggja eftir økinum, sum árini eftir aldarskiftið varð rópt ”Gullhornið” á føroyska landgrunninum.

Dong hevur fingið leitiloyvi í sjey ár. Felagið søkti sjálvt um leitiloyvini eftir sonevnda "open door" princippinum, sum kom inn í føroysku kolvetnislógina í 2010. Open door princippið merkir, at oljufeløg sjálvi kunnu bjóða seg fram til at kanna øki á føroyska landgrunninum. Eftir at eitt felag vísir áhuga skal Jarðfeingi so lýsa sama øki alment út til onnur at bjóða uppá við freist á 90 dagar. Síðani verður gjørt av, hvør sleppur framat økinum.

DONG Energy bjóðaði seg fram, og felagið slapp eisini framat, tá avtornaði.

Men enn er ov tíðliga at siga, um nakar leitibrunnur verður boraður.

- Vit koma at brúka eini tvey til trý ár at kanna og viðgera allar upplýsingarnar av nýggjum, sigur Søren Blegvad Andersen, leitistjóri.

Hoyr samrøðu við Søren Blegvad Andersen her: