Danski serfrøðingurin fer at tosa um stratagiina hjá DONG á Atlantsmótinum og um vánirnar her. Annars verður vanligur aðalfundur, har formaðurin setur tingið og síðani verður val av nýggjari nevnd. Tey, ið ynskja at luttaka, kunnu boða Vinnuhúsinum frá. Øll kunnu vera limur í Oljutinginum, sum er ein áhugafelagsskapur fyri fólk í oljuvinnuni og fyri fólk sum heild, ið hava áhuga fyri oljutilgongdini.
Dong, sum hesaferð verður partur av Oljutinginum, hevur annars víðkað sítt virksemi á Atlantsmótinum nógv seinastu árini. Tað byrjaði við, at felagið kom við í The Faroes Partnership samtakið, ið fekk leitiloyvi í 1. Rundu. Síðani hevur felagið víðkað sín leiklut og er partur av 9 ára loyvinum, sum Statoil stendur fyri og felagið er so eisini við í fleiri loyvum á bretska landgrunninum, eitt nú loyvum, har tað verður borað í summar. Samanumtikið kann sigast, at DONG er eitt av teimum virknu oljufeløgunum um okkara leiðir, og okkurt bendir á, at felagið ætlar sær ikki at minka um sítt virksemi, heldur tvørturímóti.