DONG biðjur føroyingar hava tol - oljan verður funnin

Danska olju- og gassfelagið Dong, sum er eitt tað felagið, sum er mest virkið í økinum millum Føroyar og Hetland, fer í summar at bora sín fyrsta brunn sum fyristøðufelag vestan fyri Hetland. Vinnurásin á Rás2 hevur tosað við leitistjóran Jan Terje Edvardsen. Rás2 klokkan 14 í dag Jan Terje Edvardsen hevur verið við í oljuleitingini við Føroyar í mong ár og hann biðjur føroyingar hava tol, tí seks brunnar eru ikki nógv í einum nýggjum og ókendum øki. Sjálvur ivast hann ikki í, at tað finst bæði olja og gass í føroysku undirgrundini og Dong vil fegið brúkar nógvar pengar fyri at fáa fatur á kolvetninum. Jan Múller tosar við hann í Rás2 í dag millum klokkan 14 og 16.