Trump vil hava allar gíslarnar leyslatnar leygardagin

- Avtalan um vápnahvíld í Gazageiranum endar leygardagin, um ikki allir gíslarnir, sum Hamas hevur, verða latnir leysir, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump

- Um Hamas ikki sleppur øllum gíslunum leysum innan klokkan 12 leygardagin, so verður fanin leysur, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump í kvøld.

 

Tað eru fleiri stórir miðlar, sum endurgeva forsetan fyri hesar útsagnir.

 

Forsetin leggur tó dent á, at tað verður upp til Ísrael at gera av, um vápnahvíldin verður brotin ella ei. - Eg tosi fyri meg sjálvan, og Ísrael kann koma til eina aðra niðurstøðu, sigur Donald Trump.

 

Amerikanski forsetin heitti eisini á Jordan og Egyptaland um at taka ímóti palestinum, um ætlanin hjá honum at yvirtaka Gazageiran verður veruleiki.

 

Vápnaði vongurin hjá Hamas upplýsti í eini fráboðan í dag, at næsta leyslating av ísraelskum gíslum er útsett. Hamas ákærir Ísrael fyri at halda palestinum aftur í at koma til norðara part av Gazageiranum.

 

Hamas sigur eisini, at Ísrael hevur framt álop og at Ísrael eisini hevur hildið aftur neyðhjálp til Gazageiran.

 

Skrivstovan hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, sigur, at Ísrael brýtur ikki vápnahvíldaravtaluna.

 

Í einari seinni fráboðan hevur Hamas sagt, at gíslar kunnu leyslatast, men heitti á meklarar um at leggja trýst á Ísrael fyri at fáa landið at halda vápnahvildaravtaluna.

 

##med2##

 

 

 

- Eg tosi fyri meg sjálvan, og Ísrael kann koma til eina aðra niðurstøðu, sigur forsetin