Donald Trump umhugsar Hvítu Húsini

Amerikanski ríkmaðurin Donald Trump er farin at hugsa um at stilla upp fyri republikanska flokkin til forsetavalið í 2012. Tað fer ikki at standa á hjá honum at fíggja eitt valstríð. Maðurin eigur fleiri milliardir, og hann sigur við sjónvarpið ABC, at hann er til reiðar at brúka 200 milliónir dollarar av sínum egnu pengum til valstríðið.

Í samrøðuni við ABC avdúkar Donald Trump, at verður hann valdur til forseta, fer hann at reka eina harðari handilspolitiska kós mótvegis Kina og kinesiska búskapinum, enn USA higartil hevur gjørt.

Donald Trump sigur, at hann fer væntandi at taka endaliga avgerð í juni næsta ár, hvørt hann stillar upp ella ikki.