Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur í nátt okkara tíð skrivað undir eitt lógaruppskot,sum snýr seg um ein koronuviruspakka upp á næstan 900 milliardir dollarar.
Tað upplýsir talsmaðurin fyri Hvítu Húsini sambært tíðindastovuni AFP.
Frammanund hevði Trump sent eitt tweet, har hann skrivarði:
– Góð tíðindi um covid-kreppu-lóg. Meira verður at frætta.
Í næstan eina viku hevur Trump víst aftur at skriva undir eitt lógaruppskot um ein kreppupakka fyri 2300 millardir dollarar, sum bæði kømurini í Kongressini hava samtykt við stórum tvørpolitiskum meiriluta.
Lógarpakkin er í tveimum – ein fíggjarætlan, sum skal tryggja framhaldandi fígging av almenna geiranum, eins og ein beinleiðis koronukreppupakki upp á umleið 900 millardir dollarar.
Illviljin hjá Trump ímóti at skriva undir lógaruppskot hevur beinleiðis ávirkan á 14 milliónir amerikanarar, sum frá leygardagin høvdu mist arbeiðisloysisstuðulin.
Samstundis var vandi fyri, at amerikanska statsapparatið hevði stongt partvís, um nýggja fíggjarætlanin ikki varð góðkend.
Trump hevði sambært CNN áður sagt, at hann fór at skriva undir lógaruppskotið, tá tað lendi á borði hansara. Men týsdagin tók hann øll á bóli, tá forsetin boðaði frá, at hann vildi hava Kongressina at broyta pakkan.
– Lógaruppskotið, sum tey nú senda mær, er nógv øðrvísi enn væntað. Tað er skomm, segði Trump í eini røðu, sum varð almannakunngjørd á Twitter um hjálparpakkan.
Hann er serliga ónøgdur við upphæddina upp á 600 dollarar í beinleiðis stuðuli til allar amerikanarar, sum tjena undir 75.000 dollarar um árið, sum pakkin er í pakkanum. Trump kravdi, at upphæddin varð hækkað til 2000 dollarar.
Demokratarnir vóru sinnaðir at góðkenna kravið hjá Trump, men tað var hósdagin avvíst av republikansku floksfeløgunum hjá forsetanum.
/ritzau/











