Donald Trump fer heldur ikki til Póllands at vitja

Ódn í Florida er orsøkin til, at Donald Trump avlýsir vitjanina í Póllandi um vikuskiftið.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, avlýsir ætlaðu vitjanina í Póllandi.

Tað skrivar Bloomberg News.

Amerikanski forsetin skuldi havt verið í Póllandi um vikuskiftið, men hevur gjørt av ikki at fara vegna ódnina Dorian, sum hevur kós ímóti Florida.

Roknað verðu við, at ódnin rakar eysturstrondina á Florida mánamorgunin  við ógvusligum regni og vindferð upp á yvir 200 kilometrar um tíman. Hon verður mett at vera í kategori 4, sum er næsthægsa flokkingin.

Donald Trump vil vera í USA; tí hann vil vera vísur í, at øll orkan hjá stjórnini er til taks í komandi ódnini.

Ístaðin fer varaforsetin Mike Pence til Póllands.

– Ódnin tykist at vera ein ógvuliga ring ódn. Mide fer avstað, sigur Donald Trump sambært Bloomberg News.

Guvernøurin í Florida, Ron DeSantis, lýst í gjár statin í undataksstøðu vegna komandi ódnina.

Florida er mett sum ein týdningarmikil svingstatur til forsetavalið í 2020, tá Donald Trump skal royna at endurvinna valdið.

Fyrr er funnist at honum fyri sín máta at vera uppá undir ódnina Maria, sum í 2017 rakti Puerto Rico og kostaði 3000 mannalív.

Tað er aðru ferð í átta dagar, at Donald Trump avlýsir ein ætlaða vitjan í Evropa.

Amerikanski forsetin vald í síðstu viku at avlýsa ætlaðu statsvitjanina í Danmark í september.

Sum grundgeving varð sagt, at Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, hevði avvíst at tosið hjá Trump um at keypa Grønland.

Hann segði í sama viðfangi, at vitjanin er útsett til eina aðru ferð.

 

/ritzau/