Donald Trump eirir fyrrverandi ráðgevan Roger Stone

Týsdagin skuldi Roger Stone í fongsul. Nú er hevur Donald Trump náðað hann.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur náðað fyrrverandi ráðgeva sín, Roger Stone, sum týsdagin skuldi í fongsul, har hann varð dømdur at sita í meira enn trý ár.

Tað upplýsa Hvítu Húsini í nátt.

– Roger Stone hevur longu liðið nóg mikið. Hann fekk eina órættvísa viðgerð. Roger Stone er nú ein frælsur maður, verður sagt í fráboðan úr forsetabýlinum.

Stone var í november kendur sekur í at hava logið fyri Kongressini og sett seg ímóti kanningunum hjá serliga ákæranum Robert Mueller av russisku uppíblandingini í amerikanska forsetavalið í 2016.

Í februar var Stone dømdur fongsul í 40 mánaðir.

– Hann varð ikki rættarfylgdur, ið sum hava kært seg um, fyri at verja forsetan. Hann varð rættarfylgdur fyri at hava fjalt yvir forsetan, segði samveldisdómarin, Amy Berman Jackson, tá dómurin varð feldur sambært Reuters.

Roger Stone hevði roynt at fjala, at hann virkaði sum millummaður í samband við WikiLeaks og Russland í valárinum 2016. Her almannakunngjørdi WikiLeaks tilfar um Demokratiska flokkin, sum Russland sambært amerikansku fregnartænastuni skuldi havt hakkað seg fram til.

Tað var tilfar, sum skuldi skaða forsetavalevnið, Hillary Clinton, í uppgerðini ímóti Donald Trump um at gerast forseti í USA.

Donald Trump hevur fleiri ferðir blandað seg upp í viðgerðina hjá amerikonska rættarskipanini av málinum ímóti Stone, sum forsetin fyrr hevur tosað um sum ein »ógvuliga góðan persón«.

Trump hevur millum annað ákært kvinnuliga leiðaran í nevningatinginum, sum kendi Stone sekan, í at hava tikið støæðu frammanunda.

Og í sambandi við revsiásetingina í februar upplýsti Trump, at hann fylgdi málinum.

– Eg fylgi hesum sera væl, og eg ætli mær at fylgja málinum allan vegin, tí Roger hevur ógvuliga góðar møguleikar fyria t vera fríkendur eftir míni meining, segði Trump.

Tá gingu leysasøgur um, at Trump ætlaði at brúka vald sítt til at tryggja, at tann skjótt 68 ára gamli Roger Stone ikki skuldi í fongsul. Tað er nú veruleiki.

Boðini úr Hvítu Húsunum komu sambært NBC News fáar tímar eftir, at ein samfeldisdómari hevði avvíst eini umbøn frá Roger Stone um at útseta fongslingina.

Tá Trump fyrr í gjár varð spurdur, um hann umhugsaði at leggja seg út í málið, varð svarið, at »eg hyggi upp á tað«, skrivar NBC News.

/ritzau/