Donadoni vrakar 9 heimsmeistarar

Nýggi italski landsliðsvenjarin í fótbólti, Roberto Donadoni, hevur vrakað 9 av spælarunum, sum vunnu HM við Italia í summar. Donadoni hevur júst tikið landsliðið út, sum skal spæla undandystir ímóti Litava og Fraklandi, og nøvn sum Totti, Del Piero, Luca Toni og Matarazzi standa ikki á listanum. Hinvegin eru spælarar sum Buffon, Cannavaro, Gattuso, Zambrotta og Pirlo á landsliðnum, og boð eru aftur eftir Cassano úr Real Madrid.  Italia er í bólki saman við Føroyum í næstu EM-undankappingini.