Donadoni í vanda

Italska fótbóltssambandið váttar, at Roberto Donadoni ikki skal kenna seg heilt tryggan í venjarastóli sínum. – Nú fara vit at greina avrikið í EM, og út frá hesum taka vit eina avgerð um framtíðina. Og vit vita væl, at sæð í mun til spælarahópin, so er tað ikki nóg gott, at vit taptu í fjórðingsfinaluni, sigur Giancarlo Abate, sum er forseti í italska fótbóltssambandinum. Donadoni fekk nýggjan sáttmála beint undan EM-endaspælinum, men ein klausulur í hesum ger, at hann kann sigast upp í seinasta lagi 10 dagar eftir EM.