Donadoni fingið sekkin

Fyrrverandi landsliðsvenjarin skuldi annars verða stóri frelsarin í felagnum, sum hevði sína stórheitstíð saman við Maradona miðskeiðis í og seinnu helvt av 80´unum.

Tað eydnaðist tó bert at vinna 4 av hesum 17 dystunum hjá Donadoni, og verandi støðan sum nummar 15 í Seriu A var minni enn tað, sum forsetin í felagnum, Aurelio De Laurentis, vildi góðtaka.

Fyrr í vikuni hevur Laurentis eisini funnist at Donadoni, og í tíðindaskrivi í dag varð boðað frá, at Walter Mazzarri er nýggjur venjari hjá felagnum.