Don Petersen lagt frá sær sum samskipari

Hósdagin 31. mars var móttøka á Fjarskiftiseftirlitinum á Skálatrøð í Havn, í sambandi við at Don Petersen, samskipari á stovninum, legði frá sær vegna aldur.

Í sambandi við at Don Petersen, samskipari á Fjarskiftiseftirlitinum, legði frá sær vegna aldur, var móttøkuni á stovninum hósdagin 31. mars. Leiðarin á Fjarskiftiseftrilitinum, Jógvan Thomsen, helt røðu og takkaði vegna stovninum Don fyri tíðina og gott samstarv.

Don Petersen er úr Trungisvági. Hann varð settur stovnsleiðari tá Radioeftirlitið bleiv sett á stovn síðst í 80-unum.

Áðrenn tað var tað Teleinspektionen í Danmark, sum røkti hesa uppgávuna á radio- og samskiftisøkinum í Føroyum.

Fyrstu tíðina var Radioeftirlitið ein stovnur undir Telefonverki Føroya Løgtings, men seinnu árini hevur stovnurin virkað undir Vinnumálaráðnum undir navninum Fjarskiftiseftirlitið.

Don Petersen hevur arbeitt sum samskipari á radioøkinum hjá Fjarskiftiseftirlitinum.

Tá hann byrjaði vóru 150 viðskiftir (loyvir) í øllum landinum. Í dag eru loyvini umleið 15.000. Tað vil siga hundrað ferðir so nógv. Hetta sigur nakað um broytingina og menningina innan fjarskiftisøkið í Føroyum.

Arbeiðið umfatar eisini, at teir eru próvdómarar í sambandi við radiopróvtøkur á Føroya Sjómansskúla, Klaksvíkar Sjómansskúla og í kvøldskúlaskipanini.

Don tók prógv sum fjarritari í navigatiónsskúlanum á Fanø í 1960, har ein av lærarunum var Poul Johannes Johansen, fyrrverandi stjóri á Føroya Sjómansskúla.

Síðan sigldi Don við skipum frá Kuweit, og hann búði eisini har frá 1965-68. Hann búði í Kuweit undir 6-dagakrígnum millum Ísrael og Arabaralondini í 1967.
Don merkti eisini ein farra av ræðuliga Vietnam-krígnum.
Hann var eisini staddur í býnum Valparaiso í Chile, tá stjórnarbygningurin bleiv bleiv álopin og demokratiskt valdi forsetin Salvador Alléende var dripin av monnum hjá Augusto Pinochet.

Don arbeiddi eini 6 - 7 ár á Lyngby Radio, tey síðstu sum vaktchefur víð allari samskiftisábyrgd í neyð- og bjargingararbeiðnum í stórum parti av Norðureuropu.

Foreldrini hjá Don vóru Dion Emil Petersen, vanliga nevndur Emil í Puntabyrgi, av Tvøroyri, og Anna Sofía, f. Poulsen, úr Byrgishavnini í Øravíkarlíð.

Don er giftur Herfríð Erningsdóttir, f. Magnussen, av Tvøroyri. Tey eiga dóttrina Elin Petersen, sum eigur og rekur egnu kosmetologi-fyritøkuna "Clinique La Lina" í Keypmannahavn.
Tey áttu eisini dóttrina Anniku Petersen, sum doyði í 1994.

Don eigur eisini dóttrina Maritu Petersen, fyrrverandi kunningarstjóra hjá Mærsk Air, nú meðeigara av fyritøkuni Wing Partners.

Don situr ikki hendur í favn.
Hann hevur júst skrivað fyrstu føroysku frálærubókina í SRC/ROC (GMDSS-VHF-prógvtøkur fyri føroyskar sjómenn). Hetta er fyrsta frálærubók av sínum slagi á føroyskum máli.
Hann fer í næstum at halda skeið í Hvalbiar Skúla júst í hesum.

Eisini hevur Don saman við Formula.fo, fyri Fjarskiftiseftirlitið, tilevnað nýggja elektroniska próvtøkuskipan, hvar próvspurningarnir allir eru á føroyskum.