Don Ø fær fongsulsrevsing

Flemming Østergaard og Jørgen Glistrup eru báðir dømdir treytaleysa fongsulsrevsing fyri kursmanipulatión.

Fyrrverandi nevndarformaður í Parkini, Flemming Østergaard, eisini nevndur Don Ø, er í dag dømdur fýra mánaðir fongsulsrevsing fyri kursmanipulatión. Jørgen Glistrup, stjóri í Parkini, varð dømdur seks mánaðir fongsulsrevsing, umframt at hann skal rinda 20.000 krónur aftur.

 

Teir báðir vóru ákærdir fyri at hava roynt at hildið virðinum á partabrøvunum hjá Parkini kunstiga høgt uppi í 2007 og 2008, meðan teir royndu at fáa fólk at keypa partabrøvini frá teimum. 

 

Felagið Parken Sport & Entertainment fekk eina bót upp á eina millión krónur. 

 

Ákærin kravdi tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing umframt eina bót á 15,5 milliónir til Don Ø, og tvey ára fongsulsrevsing umframt eina bót á 2,2 milliónir krónur til Jørgen Glistrup. Hetta er upphæddin, tað verður mett, at teir vunnu upp á brotsgerðina.