Dómurin um Suarez óbroyttur

FIFA hevur í dag noktað kæruni um áleyparan Luis Suarez.

Tá Luis Suarez fyri góðum tveimum vikum síðani fekk eitt risa leikbann fyri at bíta mótstøðuleikaran Giorgio Chiellini, valdi Fótbóltssambandið hjá Uruguay og Luis Suarez sjálvur at kæra revsingina hjá Suarez.

 

FIFA hevur nú viðgjørt kæruna og niðurstøðan er hendan.

-          FIFA hevur valt at noktað kæruni frá Luis Suarez sjálvum og Fótbóltssambandinum hjá Uruguay. Dómurin sum varð givin tann 25 juni verður tískil óbroyttur.

 

Luis Suarez hevur møguleika fyri at kæra eina ferð afturat. Tað kann hann gera, við at kæra til ítróttardómstólin CAS. Enn er ógreitt, um Luis Suarez fer at kæra málið víðari.

 

Les eisini: Risa leikbann til Suarez