Dómurin hjá ferðafólkunum

Síðstu árini eru fleiri og fleiri ferðafólk komin til Føroyar. Tískil eru eisini fleiri ferðafólk at síggja til ólavsøkuna. Tvey teirra eru Nick og Hazel Whitehead úr London, og tey hava sína hugsan um Føroyar.

- Vit eru her í 10 dagar, frá 24. juli til 2. august. Vit hava leigað ein bil, og so koyra vit runt at síggja tey mest áhugaverdu støðini, sigur Nick.

 

- Vit plaga at brúka eina ávísa ferðaskrivstovu at keypa túrar úr, og í ár høvdu tey á fyrsta sinni Føroyar sum ein møguleika. Tað hildu vit ljóða spennandi, so vit slerdu til, sigur Hazel.

 

- Áðrenn vit sóu Føroyar í hesum faldaranum, settu vit Føroyar bara í samband við veðurforsøgnirnar, tá veðurmenninir í Onglandi plagdu at greiða frá veðrinum kring bretsku oyggjarnar, sigur Nick flennandi.

 

Sum heild eru Nick og Hazel bergtikin av Føroyum.

 

- Útsýnið, náttúran og serliga fuglalívið úti í Mykines hevur verið einastandandi. Fólk eru so vinarlig, og luftin er so rein, sum ikki er tað, vit eru von við heima í Onglandi. Yvirhøvur hava vit havt ein ótrúliga góðan og spennandi túr, sigur Nick.

 

- Í nøkrum av lítlu bygdunum hevur tað tó verið eitt sindur torført at finna okkurt at eta, sum er eitt sindur óheppið.

 

Upprunaliga høvdu Nick og Hazel ikki planlagt at komið higar, júst tá ólavsøkan er.

 

- Tá vit keyptu túrin á jólum, sóu vit, at øll hotellini í Havnini vóru farin. Men vit hava síðstu dagarnar búð í Klaksvík, og fara víðari til Gjáar í kvøld. So hugsaðu vit fyrst at koma suður til Havnar at uppliva ólavsøkuna.

 

- Vit vóru ikki reiðiliga klár yvir, hvussu stutt tað er ímillum bygdirnar í Føroyum, so tað er ongin trupulleiki at búgva eitt stað og koyra ímillum, sigur Hazel.

 

Á ólavsøkuni ætla Nick og Hazel serliga at uppliva kappróðurin, eftirsum at hann er okkara tjóðarítróttur. Annars ætla tey at ganga oman og niðan og fáa nøkur inntrykk av ólavsøkuni, Havnini og føroyingum.