Dómurin fellur í morgin

Ákæran móti Christiani í Grótinum tykist vera ein lógarteknisk finta, har hetlendingar vóna seg hava fangað føroyingar á skeiva beininum

 

 

Norðlýsið skrivar í kvøld, at upprunaliga var ákæran frá skotsku sjóverjuni, at Christian í Grótinum hevði blakað fisk út.

 

Reiðaríðið kundi tó vísa á, at talan var um blóð og vatn frá framleiðsluni, og varð ákæran tí slept. Ístaðin er ákæran nú, at makrelurin verður avhøvdaður, eftir at hann er støddarskildur. Við Norðlýsið sigur Eyðun Rasmussen, reiðari, at hetta ikki hevur verið nakar trupulleiki fyrr, og tí dugir hann illa at síggja, at hetta brádliga skal tulkast sum brot á ES-lóggávu.

 

Dómur í málinum fellur í morgin.