Dómur: Sea Shepherd søkti skip við vilja

Felagsskapurin skal rinda Ady Gil 3,5 milliónir krónur í endurgjald.

Ein amerikanskur gerðarrættur hevur í dag felt dóm í trætuni, har Ady Gil og Earthrace Limited høvdu ákært Paul Watson og Sea Shepherd Conservation Society fyri søkkja skjóttgangandi tríkiljuna Ady Gil, tá báturin var í hóslag við ein japanskan hvalaveiðibát.


Í úrskurðinum verður leggur gerðardómarin ikki fingrarnar millum, tá hann lýsir atburðin hjá Paul Watson.


- Støðan við mótstríðandi prógvum og manglandi upplýsingum verður verri av, at álvarsom ivamál kunnu reisast við trúvirði hjá ávísum vitnum í málinum. Gerðardómarin metir at vitnisfrágreiðingin hjá Hr. Watson um ávísar umstøður, vóru merktar av nógvum uttanumtosi, mótsøgnum, ella ikki í samsvar við sínar egnu skrivligar frágreiðingar, og í nøkrum førum vísir hann manglandi grundleggjandi tekin, ið vekja álit um, at hann tosar satt.


- Vitnisfrágreiðingin hjá Hr. Gil tykist at vera ektaður, hóast í ávísum førum ógreiður, og kanska litaður av sterkum kenslum av sviki frá teimum, ið hann hevði eitt bláoygt álit á.


- Niðurstøðan hjá gerðardómaranum er, at vitnisburðurin hjá Hr. Watson ikki er eftirfarandi. Vitnisburðurin var mótsigandi, bæði við privatu skrivingini hjá Watson, og við vitnisfrágreiðingini hjá tveimum øðrum vitnum. Hansara atburður var hálur, og fyltur við uppáhaldum, ið einki trúvirði høvdu.


Niðurstøðan hjá dómaranum er, at skipið, Ady Gil, var hjálparleyst aftaná samanstoytin við japanska hvalaveiðiskipið Shonan Maru #2, men at tað ikki var í vanda fyri at søkka. Í staðin varð ein avgerð tikin um at søkkja skipið, ið skuldi skapa mest møguliga umtalu, og tað drama, ið hyggjarar hjá Whale Wars vænta at fáa, umtalu, sum er neyðug fyri undirtøkuna og fíggjarliga støðuna hjá Sea Shepherd.


Dómarin staðfestir í dóminum, at avgerðin hjá Sea Shepherd frátók eigaranum, Ady Gil, møguleikan at bjarga skipinum. Hóast eingin vissa er fyri at tað hevði eydnast, so var dómarin ikki samdur í metingini hjá Sea Shepherd um, at eingin vón var fyri skipinum.


Tí álegði dómarin Sea Shepherd felagsskapinum at rinda Ady Gil eina bót á $500,000, umframt sakarmálskostnaðin á $26,932.92. Tað vil siga umleið 3,5 milliónir krónur.


Mett verður, at Paul Watson og Sea Shepherd fara at kæra dómin.