Domstólur: Puigdemont kann ikki verða forseti í útlegd

Spanski stýrisskipanardómstólurin hevur um vikuskiftið staðfest, at Carles Puigdemont kann ikki verða forseti í Katalonia, um hann er í útlegd.

Reuters skrivar, at niðurstøðan hjá dómstólinum er, at Puigdemont skal koma heimaftur til Spania fyri at taka við sum forseti, og hann skal hava loyvi frá einum dómstóli fyri at verða forseti aftur.

Carles Puigdemont hevur verið í útlegd í Belgia síðani oktober mánaði, tá ið hann skuldi handtakast fyri sín leiklut í viðurskiftunum kring fólkaatkvøðu um loysing í Katalonia.

Eftir valið í Katalonia fyrr í mánaðinum varð greitt, at loysingarflokkarnir hava lítlan meiriluta og kunnu skipa stjórn. Mest upplagda politiska valið at standa á odda fyri stjórnini er Puigdemont, men avbjóðingin er, at hann er rýmdur úr Katalonia. Sjálvur heldur Puigdemont, at tað ber væl til at stjórna Katalonia úr útlegdini i Belgia.