Dómarin til KÍ-Malmö FF hevur dømt føroyska U19-landsliðið

38 ára gamal lettlendingur skal leiða dystin millum KÍ og Malmö FF

Í annaðkvøld klokkan 19.45 spæla KÍ og Malmö FF seinna dystin í øðrum undanumfarinum í Champions League. Dysturin verður leiktur á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.

 

Tað verður 38 ára gamli lettlendingurin, Vitālijs Spasjoņņikovs sum verður høvuðsdómari til dystin.

 

Vitālijs Spasjoņņikovs var fjórði dómari, tá føroyska landsliðið fyrr í summar tapti 0-1 fyri Lettlandi í Baltic Cup. Vitālijs Spasjoņņikovs dømdi 18. november í fjør ein U19 EM-undankappingardyst millum Føroyar og Kroatia. Kroatia vann dystin 2-0. Í dystinum gav Vitālijs Spasjoņņikovs trý gul kort.

 

Vitālijs Spasjoņņikovs hevur dømt altjóða dystir síðani 2021, so hann hevur nakað av altjóða royndum.

 

KÍ KLAKSVÍK (FRO) [1-4] MALMÖ FF (SWE)

Dómari: Vitālijs Spasjoņņikovs LVA

Hjálpardómari 1: Raimonds Tatriks LVA

Hjálpardómari 2: Artūrs Šakurovs LVA

Fjórði dómari: Aleksandrs Golubevs LVA

VAR dómari: Kristaps Ratnieks LVA

VAR hjálpardómari: Andris Treimanis LVA

UEFA dómaraeygleiðari: Gerard Perry IRL

UEFA umboð: Rainer Koch GER