Dómarin skiftur út

Heri Petersen noyddist skaddur av vøllinum, áðrenn seinni hálvleikur millum H71 og Kyndil byrjaði

Heri var saman við Eyðuni Samuelsen settur at døma hálvfinaluna í Hoyvík. Fyrr í vikuni mátti Heri av vøllinum, tá teir báðir dømdu á Skála, og í kvøld er sama skilið. Heri hevur ein skaða í legginum, og so er spurningurin, um hann verður klárur til komandi vikuskiftið, tá tað er lagt upp til, at hann saman við Eyðuni verður dómari til aðra av steypafinalunum.

 

Gert Hansen er komin á vøllin fyri Hera Petersen. Tað eydnaðist at fáa Gert inn á Skála, tá Heri fekk skaða fyrr í vikuni, og hesa ferð var hann at kalla eykamaður fyri Hera.

 

Støðan í dystinum er annars, at Kyndil er á odda 13-8, nú nakað er farið av seinna hálvleiki. Tað hevur eydnast væl hjá Kyndli at verja fyri hóttanini frá Bogdan, og var tað ikki fyri ein væl spælandi Tórald Kollsker í H71-málinum, kundi munurin verið nógv størri.