Dómarin ópartískur og verjin framúrskarandi

Tað eru skoðsmálinum, sum Lisbeth Bügel Madsen, dómari, og Jógvan Páll Lassen, verji, fáa frá Paul Watson.

Tað eru skoðsmálinum, sum Lisbeth Bügel Madsen, dómari, og Jógvan Páll Lassen, verji, fáa frá Paul Watson.

 

– Rættarmálið tykist at vera rættvíst, og dómarin tykist vera ópartískur. Advokaturin hjá Sea Shepherd, Jógvan Páll Lassen, er framúrskarandi, hóast hann er fyri grindadrápi. Hann tekur klientar sínar í álvara, hóast grindaviðhaldsfólk háða hann fyri at verja Sea Shepherd fólkini, skrivar Paul Watson á Facebook.

 

Hann sigur, at meðan hesi seks fólkini vóru í rættinum í gjár, so vóru allir varðpostar hjá Sea Shepherd í Føroyum mannaðir, og bátarnir, sum eftir eru, Brigitte Bardot, Thor, Columbus og Spitfire vóru eisini á varðhaldi kring oyggjarnar.

 

Tey átta úr bátunum, sum vórðu handtikin, mugu bíða til 25. september at koma fyri rættin.

 

– Og hesa tíðina hevur løgreglan lagt hald á teir tríggjar skjóttgangandi bátarnar Mike Galesi, BS Sheen og Loke fyri at forða teimum at vera á varðhaldi, skrivar Paul Watson, sum hesaferð er merkiliga eyðmjúkur og ikki bara finnur upp á egnar niðurstøður, sum hann vanliga tekur úr leysum lofti.