Dómarin kostaði okkum dystin

Venjarin hjá Manchester City er í øðini um dømingina í gjár

Manuel Pellegrini er alt annað enn nøgdur við dømingina í Champions League áddandapartsfinaluni millum Manchester City og Barcelona, sum endaði við 2-0 til katalansku gestirnar.

 

Avgerandi løtan í dystinum kom tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, tá Manchester City missir bóltin í uppspælinum. Tað endar við, at Lionel Messi verður spældur leysur og verður feldur. Martin Demichelis fær reytt kort, umframt at dómarin bríkslaði fyri brotssparki.

 

Dómarin avgjørdi dystin

 

Svenski dómarin, Jonas Eriksson, fekk eisini av at vita frá venjaranum hjá Manchester City eftir dystin.

 

- Hann avgjørdi dystin, tí tað var greitt fríspark til Jesus Navas, tá hann bleiv feldur av Sergio Busquets. Dómarin er tríggjar metrar vekk og bríkslar ikki, sigur Manuel Pelligrini og leggur afturat, at talan heldur ikki var um brotsspark, men heldur um fríspark, tí tað brotið verið framt uttanfyri botsteigin.

 

- Týdningarmiklir dómarafeilir móti einum so sterkum liðið sum Barcelona, ger tað torført at vinna, sigur Manuel Pellegrini sambært bretskum bløðum.

 

Barcelona ikki betri enn vit

 

Tað sigur Vincent Kompany, sum er liðskipari hjá Manchester City.

 

-       Teir vóru ikki betri enn vit. 11 móti 11 høvdu við ov nógva virðing fyri teimum. Vit kundu havt tikið teir. Hetta er ikki tað besta liðið vit hava spælt móti í ár, sigur Vencent Kompany, sum tóktist iðra seg um tapið.

 

Roy Keane, fyrrverandi Manchester United liðskiparin og viðmerkjari á ITV, var tó ikki samdur við belgiska miðverjanum.

 

- Hann má verða nakað troyttur, tí hann eg eri ikki vísur í at hann veit hvat hann tosar um, sigur Roy Keane, sum ikki metir at Manchester City hevur nakran møguleika at koma víðari.

 

Dani Alves troyttur av dómaratosi

 

Dani Alves er troyttur av, at hini liðini altíð grenja um dómaran, tá Barcelona vinnur. Brasilski høgri bakkurin mundi verða besti spælarin hjá Barcelona.

 

-       Fólk tosa altíð um dómaran, tá Barcelona vinnur. Tey royna at taka æruna frá okkum. Vit spældu bara okkara spæl, men á ein ella annan hátt, so enda øll við at tosa um dómaran, sigur Dani Alves.