Dómarin hevur altíð rætt

Hóast teir einki fingu burturúr, so rósar Lars Olsen sínum monnum

Lars Olsen eigur nógvar royndir í fótbólti. Bæði sum spælari og sum venjari.

Í kvøld segði hann seg hava undarliga kenslu, tá ið eysurríkski dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð:

-Vit taptu tepurt. Ungarn var í stórum pørtum av tíðini omaná, men vit høvdu eisini okkara møguleikar, og Róaldur Jakobsen skoraði eitt fínt mál, tá ið hann legði okkum framum 1-0.

Venjarin rósar sínum spælarum:

-Vit høvdu fleiri nýggjar menn á liðnum, og allir løgdu alt tað í, sum teir yvirhøvur megna. Vit fáa ongantíð at vita, hvussu tað hevði tørnað út, um vit høvdu vunnið brotssparkið, sum ungversku tíðindamenninir siga mær, at Kaj Leo í Bartalsstovu varð snýttur fyri. Men soleiðis er hatta. Vit eru lítil fótbóltstjóð, og tey smáu fáa ikki tað sama, sum hini fáa, og eg havi í míni tíð sum spælari og venjari ongantíð upplivað, at dómarin broytir støðu. Hann hevur altíð rætt, sigur føroyski venjarin Lars Olsen.